Áðrenn ársskiftið bleiv svimjihøllin í Runavík avhandað, og hava fólk í Runavíkar kommunu eins og onnur kunnað notið gott av, at ein svimjihøll nú er í býnum. Ein svimjihøll er ikki bert ein bygningur, men ein samansett og torgreidd verkætlan við mongum tekniskum instalatiónum eins og øðrum smálutum, sum skulu ganga upp í eina hægri eind.
Samstarvið við byggiharra, ráðgevarar og aðrar áhugabólkar gekk sera væl, sum er ein av grundarsúlunum undir einari væleydnaðari verkætlan. Í samband við avhandingina skrivaði Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu soleiðis: Vit báðir Kjartan skrivaðu undir í dag, og eg loyvi mær at siga, at Runavíkar kommuna er serstakliga væl nøgd við arbeiðið hjá Kanjon.
Vit hjá Kanjon eru errin av, at hava staðið fyri hesum megnar arbeiði, sum er snotiligt at síggja til, og kemur at hava stórt gagn fyri borgarar í Runavíkar kommunu og onnur í nógv ár framyvir.
Árstal
Yvirskrift
Vit hava gjørt
Verkætlanir
Svimjihøllin í Runavík
Svimjihøllin í Runavík
Svimjihøllin í Runavík
Svimjihøllin í Runavík
test
test
Test
Hotel Føoryar
Hotel Bisk
test